Harri, leið meg tínar vegir

Orð: Árni Jacobsen
Lag: Ókendur

1. Harri, leið meg tínar vegir
lær tú meg at kenna teg,
so eg beri syndasærdum
vónir um ein betri veg.

2. Lær tú meg tín kross at bera,
kenna tína hond á mær,
sigrandi mítt lív at liva,
vita, tú ert altíð nær.

3. Tú, sum vart hitt fulla offur
fyri mína syndatrongd,
ert tann sami, sum kann sløkkja
sálatosta, metta svongd.

4. Harri, styðja tú tann veika,
lat hann kenna tína ond,
so hann ganga kann við treysti,
sjálvt tá gøtan kennist vond.

5. Vit í tíni náði ferðast,
størri hon enn lívið er,
og tú sigur, hon er ævig,
inn í Himmalin meg ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin