Harri mín, Gud, hjá tær eg lívd mær søki

Orð: Árni Jacobsen
Lag: Joseph Yates Peek

1. Harri mín, Gud, hjá tær eg lívd mær søki,
bjarga mær undan tí, meg týna vil,
so óndar maktir mína sál ei tæra,
og eg ei havi skjól at fara til.

2. Dýrt er títt navn um jarðarkringin allan,
dýrd tín um himmalhválvið breidd er út,
vernd tín av barnamunni væl er grundfest,
tú teppir tann, mær voldir sorg og sút.

3. Tá eg so síggi himmalin, tú skapti,
mána og stjørnur, sum tú hevur gjørt,
hvør eri eg tá? Tú við navn mítt kennist
og meg úr vanda mangan hevur ført!

4. Tú, sum við heiður mannabarnið krýndi,
skaparverk títt við føtur tess er lagt,
Harri, hvør dýrt er navn títt ei á foldum,
tú, sum í Himli eigur alla makt!

FavoriteLoadingGoym tekstin