Harri mín og Frelsari

Hans Adolph BrorsonAugust Henrik WindingVictor Danielsen
Orð: Hans Adolph Brorson
Lag: August Henrik Winding
Týtt: Victor Danielsen

1. Harri mín og Frelsari,
hvørja sæla gleði
veitti tú ei sálini
her á myrkum vegi!
Deyðans sterka leinkja brast,
sum meg áður bant so fast.

2. Eg fekk barnarætt hjá tær,
búgv í Himli eigi,
ævigt burtur svann frá mær
dómur tín og vreiði;
náði tín meg at tær bant,
Anda tín eg fekk sum pant.

3. Takk tí fyri farnan dag,
fyri tann, ið kemur!
Hvørt mítt stig, tú leiðir tað,
alt mítt besta fremur;
og hin ljósi morgun brátt
stígur upp úr døpru nátt.

4. Upp, mín sál, ver glað og fró,
syng nú songir glaðar,
lovsongsrødd og takkarljóð
hoyrist allar dagar!
Tú, sum steypið beiska drakk,
Harri Jesus, ævigt takk!

FavoriteLoadingGoym tekstin