Harri, tú ert her til staðar

Orð: Boethia Thompson
Lag: James Langran
Týtt: Victor Danielsen

1. Harri, tú ert her til staðar
við títt egna borð í dag!
Dýrabart er her at savnast,
eingin rætt kann virða tað;
dýrar stundir her vit funnu,
ivin burtur, Harrin nær,
dýrt frá øllum deyður vera
og hugtikin bert av tær.

2. Glað og trygg, tí tú ert nær, og
eina leidd av Andanum,
hvílandi í tínum friði
taka vit av minnunum,
taka hesi dýru tekin
um tín stóra kærleika,
um títt likam og um blóðið,
um tín deyð á Golgata.

3. Áh, hvør dýrt teg so at síggja
her í minnum, sum tú beyð,
gjøgnum kalikin, tú signar,
og ígjøgnum hetta breyð!
Harri, síggj, vit savnast saman,
limir um várt eina høvd,
eitt við øllum tínum børnum,
hvar á fold tey eru stødd!

4. Og vit vita, sum tú lovar,
tú vilt sjálvur vera nær,
hvørja ferð, vit um teg savnast,
til at gleðast bert í tær;
størsta vónin er tó eftir
fyri hjørtu bíðandi:
Skjótt vit um teg sjálvan sita,
ei um hesi minnini.

FavoriteLoadingGoym tekstin