Harri, tú meg tókst í tína hond

Orð: Benny Drewsen
Lag: Knud Vad Thomsen
Týtt: Arnfinnur Setberg
Upprunaheiti: Herre, du mig tager i din hånd

1. Harri, tú meg tókst í tína hond,
leiðir meg á vegnum fram í náði,
mær nú halda tíni sterku bond,
og tín kærleiki mær altíð ráði.

2. Tú ein dag meg tekur upp til tín,
Harri, tá eg altíð hjá tær eri,
sum á krossi doyði deyða mín,
ævigt, ævigt, altíð hjá tær verði.

3. Havi eg í Himli, Harri, teg,
kenni eg ei sakn á lívsins vegi,
við tí endurloysta skara meg
dregur burt av foldini tín megi.

4. Tá eg har títt andlit skoða skal,
ei títt høvur tornir longur stinga,
samfelt, við teim frelstu uttan tal,
prís til Lambið tá skal ævigt klinga.

5. Áh, tá sál mín loyst til Himmals fer,
sorg og pína, ótti, alt er svunnið,
Harri, deyð í synd er henda verð,
tú mær lívið ævigt hevur vunnið.