Harri, tú ræður himli á

Orð: Oliver Wendell Holmes Sr.
Lag: H. Percy Smith
Týtt: Jóhan við Neyst
Upprunaheiti: Lord of all being, throned afar

1. Harri, tú ræður himli á,
øll dýrd tín lýsir stjørnum frá.
Sjálvt um tú ert altvaldandi,
ert tú tó nær og leiðir meg.

2. Tú ert mítt ljós á leiðini,
sum altíð skínur á mín veg.
Tá vónarinnar stjørna brann,
hon náttarmyrkrið yvirvann.

3. Á miðju nátt títt smíl er nær,
um dagin sál mín miskunn fær.
Mær ælabogin tekin er
um stóru náði tína her.

4. Harri, tú alheims skapari,
títt kærleiksljós tað vermir meg.
Skjótt frammanfyri hásætið,
eg takki tær, tú, heilagi.

5. Sannleikans anda gev tú mær,
so hjartað brennur fyri tær.
Og lat tín vilja fáa meg at lýsa,
loga fyri teg.

FavoriteLoadingGoym tekstin