Harrin ei lovar loftið so blátt

Orð: Annie Johnson Flint
Lag: Lulu W. Koch og Wilbur E. Nelson
Týtt: Flóvin Tyril

1. Harrin ei lovar loftið so blátt,
Lív stroytt við blómum dag sum á nátt,
Harrin ei lovar sól uttan skýggj,
Leið uttan sorgir frið uttan brýggj.

Niðurlag: Men, Harrin lovar styrki hvønn dag
hvíld eftir stríð og ljós hvørt eitt stað
náði í royndum, hjálp omanfrá,
ævigan kærleik, góðsku og ráð.

2. Harrin ei lovar, vit skulu ei
Freistingar kenna, torføra leið.
Sagt ei Hann hevur, at ikki vit
Sorg skulu kenna, møði og slit.

3. Harrin ei lovar rúm vári kor,
Uttan at tørva los og Hans orð,
At ikki fjøll so skurslut og há
Forða og mong ein djúp, gruggut á.

FavoriteLoadingGoym tekstin