Harrin er ljós og frelsa mín

Orð: Jákup Olsen
Lag: L.M. Lindeman

1. Harrin er ljós og frelsa mín;
hví skal eg óttast og ræðast!
Harrin er kraft og styrki mín;
hví skal eg fíggindan smæast!
Harrin er sterka verja mín;
lyftir hann veldisarmin sín,
fíggindin snávar og fellur.

2. Harrin, hann skal hin ónda dag
í sínum húsi meg goyma;
sál mín, ver fró og hjartans glað,
Harrin sítt barn ei kann gloyma,
fjalir í tjaldi sínum meg,
mær upp á klettin leggur veg,
fast mær í hond síni heldur!

3. Eittans eg biðja Harran má,
hesum eg eftir vil tráa:
At eg má búgva honum hjá,
skoða hans lívsælu fáa,
grunda hans djúpa kærleik á,
síggja hans dýru frelsu fá,
samfelag sælt hans har njóta.

4. Tað er ein lítil løta bert –
farin er tá allur vandi –
til at tú Harran síggja fert;
fastur í trúnni tú standi!
Harrin skal heinta barnið sítt;
ver tí, mítt hjarta, sterkt og frítt,
bíða, ja, bíða á Harran!

FavoriteLoadingGoym tekstin