Harrin er mín Hirði, alt ger Hann væl

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Harrin er mín Hirði, alt ger Hann væl,
leiðir meg út á hvíldarong;
har við vatnið stilla sál mín gerst sæl,
Honum syngur takkarsong.

Niðurlag: Tí vil eg elska Jesus Krist,
Hann er hin besti, tað er vist.
Trúfast Hann meg elskar eymliga, milt,
tí gerst hjartað nøktað, stilt.

2. Við tí góðu olju salvar Hann meg,
so mítt bikar gerst yvirfylt.
Bara gott og miskunn gyllir mín veg,
náðin flýtur til mín milt.

3. Og tá eg skal fara um deyðans dal,
einki ónt eg tó óttist har.
Uggari mín er Hann, alt ger Hann væl,
borð Hann reiðir fyri mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin