Harrin er mín Hirði, ongan sakn eg kenni

Orð: Sálmur 23
Lagað til: Kajfinn Hammer
Lag: Margrét Scheving

Harrin er mín Hirði, ongan sakn eg kenni,
á grønum fløtum letur Hann meg liggja,
leiðir meg at vøtnum, har ið eg kann hvílu njóta.
Hann lívgar sál mína, beinir meg á rætta leið
fyri sakir Navns Síns.
Skuldi eg enn farið um dimman dal, óttist eg einki ilt,
tí Tú ert við mær,
sproti Tín og stavur ugga meg;
mær reiðir borð fyri eygum fígginda mína,
salvar høvur mítt við olju,
bikar mítt tað flýtur yvir.
Bert góðska og náði fylgja mær allar ævidagar mínar,
og í Húsi Harrans eg dvølji allar ævir;
Harrin er mín Hirði, ongan sakn eg kenni.

FavoriteLoadingGoym tekstin