Harrin gav eitt merki til sítt veika lið

Victor Danielsen
Orð: Daniel Webster Whittle
Lag: James McGranahan
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: The banner of the cross

1. Harrin gav eitt merki til sítt veika lið,
reytt og fagurt blaktrar tað;
okkum boð tað ber um sigur, náði, frið,
vit við gleði reisa tað.

Niðurlag: Glaður fram í stríðnum far,
tí sigurin er okkara!
Jesus valdið ber,
sigur er
undir merki hansara.

2. Um enn fíggindin seg savnar sum ein flóð,
vilja vit ei ræðast hann;
farið fram við songi og við fríum móð,
stríðið fyri sannleikan!

3. Yvir hav og land, ja, runt ta víðu jørð
hitt blóðsmerkið reisast má;
vitnið, syngið, berið boðið: Ein og hvør,
tann, sum trýr, skal frelsu fá!

4. Skjótt hin ljósa morgun Harrans fólk skal sjá,
vunnin er tá sigurin;
Harrans fíggindar í myrkri flýggja tá,
sigrað hevur krossurin.

FavoriteLoadingGoym tekstin