Harrin, hann skoðar úr Himlinum niður

Orð: Evald Samuelsen
Lag 1: Hallgrim Miðberg
Lag 2: Ira David Sankey

1. Harrin, hann skoðar úr Himlinum niður,
hyggur, um her nakar vitigur er,
nakar, ið leitar til Gud – hoyr, hann sigur:
Øll eru vilst, hvør sín egna veg fer.

Niðurlag: Teg tó so elskaði Gud, at hann sendi
einborna Son sín til Golgata træ,
har hann vann sigur á deyða og vendi
okkara armóð til signing tann dag.

2. Burtur av leið mannaættin øll liggur;
øll eru spilt, eingin rættvísur er;
beiskleiki, ófriður, hvar hann enn hyggur,
friðarins veg bert so fá kenna her.

3. Men hin krossfesti um heimin nú gongur,
eftir fortaptum hann tráandi spyr:
„Blóð mítt rann fyri teg, hví fert tú longur?“
spyr hann og bankar á syndarans dyr.

4. „Trúgv á hin upprisna, himmalska Drottin“!
Faðirin bønar hvønn syndara her:
„Sál, sum á undirgangsvegi ert dottin,
kom tó til Jesus og frelstur nú ver.“

FavoriteLoadingGoym tekstin