Harrin hjálpir, Dávid syngur

Orð: Carl Boberg
Týtt: Jákup Dahl

1. «Harrin hjálpir», Dávid syngur,
eg tað sama syngja vil,
tá úr øllum heimsins ættum
fíggindarnir søkja til.

2. Harrin hjálpir allar dagar
bæði gjøgnum stórt og smátt,
hugsar ei um syndir mínar,
hugsar bert um grið og sátt.

3. Harrin hjálpir øllum, øllum
teim, sum líta á hans navn,
elskar meira enn ein móðir,
tekur fólk sítt í sín favn.

4. Harrin hjálpir, hoyr mítt hjarta,
er tað ei at frøast við?
Hann tær veitir gleði bjarta,
stillar sorg og gevur frið!

5. Harrin hjálpir mær til endans
gjøgnum deyðans skuggadal,
yvir Jordans á hann ber meg
heim í lambsins brúdleypssal.

FavoriteLoadingGoym tekstin