Harrin hjálpir! syngur Dávid

Orð: Lina Sandell
Lag: William L. Viner
Týtt: Victor Danielsen

1. Harrin hjálpir! syngur Dávid;
hetta vil eg syngja, tá
móti mær úr øllum ættum
fíggindarnir herja á;
Harrin hjálpir, Harrin hjálpir,
tað mín sál skal syngja tá.

2. Harrin hjálpir allar dagar,
bæði gjøgnum stórt og smátt,
fyrigevur syndir mínar,
verjir meg og ger mær gott;
Harrin hjálpir, Harrin hjálpir
bæði gjøgnum stórt og smátt.

3. Harrin hjálpir øllum, øllum,
sum bert líta á hans navn,
elskar meiri enn ein móðir,
fólk sítt tekur í sín favn;
Harrin hjálpir, Harrin hjálpir,
um vit líta á hans navn.

4. Harrin hjálpir! Hoyr nú, sál mín,
ver tú hjartans glað og fró,
gloym nú alla lívsins møði,
legg nú burt títt sorgarljóð!
Harrin hjálpir, Harrin hjálpir –
sál mín, ver tí glað og fró!

FavoriteLoadingGoym tekstin