Harrin Jesus elskar meg

Orð og lag: W.F. og Marjorie Crumley
Týtt: Páll á Lakjuni
Upprunaheiti: Somebody loves me

1. Harrin Jesus elskar meg,
og eg elski hann;
hann er við mær á míni ferð,
vinurin, eg fann.
Vakir yvir mær nátt og dag,
bønir hoyrir hann.
Stór er gleðin í míni sál,
tí eg siga kann:

Niðurlag: Ein er, sum elskar meg, leiðir og ber,
eg elski ein og veit, við mær hann er.
Ein er, sum vísir mær hvønn dag sín veg.
Hesin eini er Jesus, og
hann varðar meg.

2. Tú ert sælur, um Jesus fær
vilja sín við tær,
verk hann hevur til ein og hvønn,
gev tí honum svar:
„Eg vil finna tey leitandi,
eins og tú meg fanst.“
Nýggja gleði tú fáa skalt,
og tú siga kanst:

3. Tá ið tænastan fullførd er,
tekur hann meg heim
í sínar vøkru bústaðir,
heim til gleði, gleim.
Sita øll tá um borðið har,
syngja fagnaðarsong.
Eingin sorg, eingin pína meir,
heiðrið Krist, vár Kong.

FavoriteLoadingGoym tekstin