Harrin Jesus koma skal

Orð: Edward H. Bickersteth
Lag: Dmitri S. Bortniansky
Týtt: Jákup Olsen

1. Harrin Jesus koma skal –
søtu troystarorð so sæl!
Tað er bert ein lítil stund,
til vit koma heim á fund;
sæla heim, har uppi er!
Jesus kemur aftur her.

2. Tá ið tey, vit elska her,
Harrin heim til hvíldar ber,
tómligt kennist uttan tey,
gleðin mangan tykist deyð;
bert ein lítil stund tað er –
Jesus kemur aftur her.

3. Mangan vátt várt eyga er,
alt, sum sæst, tað svinnur, fer,
mangur tyngist her av sorg –
ikki so í ljósins borg;
hetta hvíld til hjartað ber:
Jesus kemur aftur her.

4. Til vit fara hiðani,
savnast vit um minnini;
øll hans, bæði fjart og nær,
sita tá um borðið har;
sorg og saknur burtur fer,
tí at Jesus komin er.

FavoriteLoadingGoym tekstin