Her Harrin kom í mansins mynd

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 24. september 2007.

Her Harrin kom í mansins mynd
at bera alla heimsins synd.
Hann gjørdi okkum sátt við seg
og vígdi nýggjan lívsins veg,
tá hann á krossi lív sítt læt
til trælin, sum í syndum sat.

Ei nakar kann fordøma tann,
sær skjól í Jesu Kristi fann.
Í offurblóði hans er huld
vár ovurstóra syndaskuld.
Hvør ein tann sál til hansar fer,
av trúgv har rættvísgjørdur er.

Tí ert tú, Jesus, øll vár troyst!
Tú hevur oss úr deyða loyst,
tá tú hin mikla páskadag
reis upp úr grøv í vára stað.
Í trúgv og treysti hjálp tí mær
at vera, Jesus, eitt í tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin