Harrin nú kallar, kallar, kallar

Orð: Jákup Olsen
Lag 1: Jens Guttesen
Lag 2: John R. Sweney

1. Harrin nú kallar, kallar, kallar;
lurta nú, sál, hann kallar á teg!
Vend tær til Harran, hoyr nú, hoyr nú,
far ikki longur hin myrkursins veg!

Niðurlag: Jesus teg kallar;
hví vilt tú drála!
Frelsa kann fáast og fáast í dag;
kom nú til Jesus!
Hann skal teg frelsa;
Kom, sum tú ert, sig kallinum ja!

2. Orðið nú ljóðar, ljóðar klárligt,
orðið um frelsu, frelsu til tín;
Jesus teg biður, eymur, mildur:
Alt fyrigevi eg, kom nú til mín!

3. Harrin enn bíðar, bíðar, bíðar,
kallið nú ljóðar, Andin er nær;
synd tína stóru, alla, alla
Jesus á krossinum fyri teg bar.

4. Ivast ei longur, gríp nú lívið,
lýð evangeliið, frelstur nú ver!
Náttin, hon nærkast, ævig, ævig,
aldri tað aftur at lýsa tá fer.

FavoriteLoadingGoym tekstin