Harrin, vár verja, vár hjálp og í trongdum ein styrki

Orð: Jákup Olsen

1. Harrin, vár verja, vár hjálp og í trongdum ein styrki!
Navn hans tí rættvísa er her í stríðnum eitt virki;
Harrin er nær,
Harrin jú stendur við tær –
ljósni tí dagurin myrki!

2. Harrin er við tær, sum skuggi tín hjá tær hann stendur;
Harrin, ið varðar teg, vigar alt tað, sum teg hendir;
alt, sum her tær
møtir, hans eyga jú sær,
alt tær til besta hann vendir.

3. Hjálp tín, mítt hjarta, tær Harrin, tín Faðir vil vera,
ævigi armurin uppi hans fólki skal bera;
fótur tín ei
snáva skal á síni leið,
einki tær skaða skal gera.

4. Harrin vil varða teg bæði á nátt og á degi,
skuggi í hita hann er tær og gevur tær megi;
dúrar hann ei,
Ísraels vaktari, nei!
Veri tí hjarta títt fegið!

5. Lyft upp, mítt hjarta, títt eyga til Harran, tín Faðir,
upp, upp um fjøllini! Alt, ið tær forðar og bagir,
lætna vil tá,
byrðin, ið hvílir tær á,
alt, ið teg nívir og ræðir.

6. Inngangur tín skal av Harranum varðaður verða,
einki í útgangi heldur tær skaða skal gera;
vald hans og makt,
so sum hans orð hevur sagt,
sál tíni verja skal vera.

FavoriteLoadingGoym tekstin