Harrin, við grøvina stendur hann

Orð: Ora Samuel Gray
Lag: Charles Howard Marsh
Týtt: Victor Danielsen

1. Harrin, við grøvina stendur hann,
grætur, men veit, at hann frelsa kann;
takið frá grøvini steinin nú burt,
og reisa hin deyða hann skal!

Niðurlag: Burt steinin tóku tey,
sum Harrin teimum beyð,
og Lazarus hann reisir upp úr grøvini;
áh, Harri, ger í dag
tað verk á hesum stað,
frels dýrabarar sálir her úr syndini!

2. Jesus við sál tína talar stilt,
spyr, hví tú bíða so leingi vilt,
meðan so mong leggja byrðina av
og finna sín frið við hans kross.

3. Jesus á hjørtuni kallar nú,
ófrelsta sál, áh, hví ivast tú?
Vakna úr syndini, sov ikki meir,
tí Jesus skal frelsa í dag!

FavoriteLoadingGoym tekstin