Hasi, klødd í klæði hvít, sig, hvørji eru tey?

Orð: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. :,:Hasi, klødd í klæði hvít, sig, hvørji eru tey?:,:
Tað eru tey, sum Jesus her keypti Sær við blóð,
sum runnið hava skeiðið og varðveitt Andans glóð!

2. :,:Hasi, klødd í klæði hvít, sig, hvørji eru tey?:,:
Tað eru tey, sum avgjørd á blóðið hava trúð,
sum “fremmand” vórðu háðað, men heima standa nú.

3. :,:Hasi, klødd í klæði hvít, sig, hvaðan koma tey?:,:
Tað eru tey, sum komu út úr heimsins stóru trongd,
sum vegna sína trúgv her liðu undir tosta, svongd.

4. :,:Hasi, klødd í klæði hvít, sig, hvørji eru tey?:,:
Jú, tað er Brúður Lambsins, sum savnað saman varð
av øllum fólkasløgum, sum trúgv mót Kristus var!

FavoriteLoadingGoym tekstin