Hátíðarlag var á himli og fold

Orð: Ismar Joensen
Lag: Eyðun á Lakjuni

1. Hátíðarlag var á Himli og fold.
Jesus, Guds Sonur, til jarðar var stigin,
klæddist í menniskjalíki og hold
gudskaptum sálum at veita tann friðin,
sum teimum dyggasti tørvur var á.
Guds var tað ráð.

2. Einglar, Guds sendiboð, sungu um hann,
sum higar niður til vesaldóms tráddi.
Ljómandi dýrd yvir jarðknøtti brann,
songur Guds eingla at hjartarót náddi
jødiskum hirðum, sum lýddu har á.
Guds var tað ráð.

3. Fóru so hirðar, sum eingil teim beyð,
oman í staðin at fregnast og vita,
hvørt hetta boðið var satt ella leyg;
títt mundu hjørtu og føturnir tita.
Funnu Guds Son, har í krubbu hann lá.
Guds var tað ráð.

4. Fullu til kníggja og tilbóðu hann,
skiltu, at Harrin sítt fólk hevði vitjað.
Hjarta hvørt einstakt tá brendi og brann
eftir at kunna tey tíðindi flytja,
sum tey nú vistu sær fullgreiðu á.
Guds var tað ráð.

5. Tá ið so hirðarnir hildu avstað
aftur í hagan, har fylgini lógu,
bóru teir Gudi tøkk fyri tað,
sum teir ta náttina hoyrdu og sóu.
So ger ein sál, sum kann frelsuna sjá.
Guds er tað ráð.

FavoriteLoadingGoym tekstin