Hátt á einum kletti ein viti stóð

Orð: Zacharias Zachariassen
Lag: Edwin O. Excell

1. Hátt á einum kletti ein viti stóð,
gav sær ikki far um fjøru ella flóð,
grundaður á hellu, tryggur stóð hann har,
kastaði sítt ljós bæði fjart og nær.

2. Um á vetri brimið í bergið stóð,
kavarok og regn og vindur vitan sló.
Og um summarlýkkan kíndi vitans brá,
skein hann líka trútt yvir havsins vág.

3. Millum riv og vandar, á veg til lands,
mong ein skúta takksom vitanum gav ans.
Sóu teir hann skyggja, stýrdu teir hans leið,
vandaleys var skútan og kósin greið.

4. Eins og hesin vitin á myrkum veg,
Jesus vil, at tú skalt lýsa fyri seg.
Mangur er í vanda, mangur einki sær,
lýs tí fyri hann bæði fjart og nær.

FavoriteLoadingGoym tekstin