Hátt á hválvi Harrin síggjast kann

Orð og lag: Ralph Carmichael
Týtt: Árni Jacobsen
Viðmerking: Týðing hjá Flóvin Tyril av sama sangi kann síggjast her.
Upprunaheiti: He’s everything to me

Hátt á hválvi Harrin síggjast kann,
gjøgnum lot hann til mítt oyra fann,
yvir vindi, havi ræður hann
– hvat er tað hjá mær?
Hann, sum valdið alt í hondum ber,
kendi støðuna á foldum her,
sjálvur kom at fremja sáttargerð
– hvat er tað hjá mær?
Tá eg veikt í trúgv hann hugdi á
og hans ríku náði til mín sá,
skilti eg til fulnar, at hann var
tann Gud, sum støðugt bar
ta umsorgan á sær, at
fylgja mær hvønn dag á lívsins leið,
beina fót mín, um hann skeivur steig
og sum misbrot míni minnist ei
– ja, hann er alt hjá mær!

FavoriteLoadingGoym tekstin