Hátt av Himlinum til jarðar komst tú, Frelsari, hin dag

Orð og lag: Øssur Berghamar

1. Hátt av Himlinum til jarðar komst tú, Frelsari, hin dag.
Undur yvir øllum undrum er tað mær.
Kunnigur við pínu vart tú,
míni mongu misbrot bart tú.
Mannaættini tú fría frelsu bar.

Niðurlag: Tú ert Kristus, tú ert Sonur Guds,
men tú gjørdist menniskja,
og á Golgata tú syndir mínar bar.
Tú ert Kristus, tú ert Sonur Guds,
upp tú stóð – halleluja,
og vit eru frí,
nú og alla tíð
vit vilja prísa tær.

2. Hátt í Himlinum tú situr nú við Faðirs høgru lið,
høvuðsprestur vár – tín tróna ævig er.
Fyri fólki tínum biður,
gevur nýggja kraft og sigur,
har vit áður snávaðu í stríðnum her.

3. Hátt av Himlinum í skýggjunum tú kemur skjótt ein dag.
Tá várt samfelag ei meir skal vera skert.
Sonur Guds og millummaður,
undurfult um allar ævir:
Eg skal skoða teg og vera har, tú ert.

FavoriteLoadingGoym tekstin