Hav ongan ótta, lítla fólk

Orð: J.M. Altenburg
Týtt: Mikkjal á Ryggi

1. Hav ongan ótta, lítla fólk;
lat fylkjast fíggindar í bólk
við larmi og við lóti;
teir fegnast til títt fall at sjá;
men ei tann frøin vara má,
ei mást tú missa mótið.

2. Títt verk er Guðs, gakk fram hans veg;
tá í hans hond tú gevur teg,
tú ræðist ongar herjur;
hans Gideon enn finnast skal,**
sum Harrans orð og fólk fullvæl
og menniliga verjir.

3. Í Jesu navn vit vóna vist,
tey gudleysu við vald og list
seg sjálv, ei okkum granda;
til háð og spott tey verða tá,
er Guð við oss, vit honum hjá,
vit trygg um sigur standa.

FavoriteLoadingGoym tekstin