Hav takk, o, Jesus, at Tú hevur givið

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Hav takk, o, Jesus, at Tú hevur givið
mær mátt og rættindi at vera Tín.
Tá Teg eg eigi, í Tær eg livi,
mær fattast einki, bara Tú ert mín.

2. Um øll enn kærleika mót mær vísa,
eg havi rættindi at vera Tín.
Um øll baktala meg ella mær prísa,
tað sakar einki bara Tú ert mín.

3. Um gull eg átti og grønar eingir,
eg havi rættindi at vera Tín.
Eri eg fátækur og uttan pening,
tað sakar einki bara Tú ert mín.

4. Um øll meg skýggja og frá mær fara,
eg havi rættindi at vera Tín.
Um onnur hjartaleys meg døma, særa,
tað sakar einki bara Tú ert mín.

5. Um fall og veikleikar trúnna køva,
eg havi rættindi at vera Tín.
Um fjøll enn vikast, hvør dalur, nøva,
tað broytir einki bara Tú ert mín.

6. Í við- og mótgongd, hvat enn mær møtir,
eg havi rættindi at vera Tín.
Tú ongan burt frá Tínum hjarta stoytir,
takk, Jesus kæri, at eg eri Tín.

FavoriteLoadingGoym tekstin