Hav takk, o, Jesus, at Tú meg frelsti

Orð og lag: Kajfinn Hammer

1. Hav takk, o, Jesus, at Tú meg frelsti,
av náði einans eg eri Tín.
Tú gavst mær lívsins breyð,
í míni syndaneyð
í sárini Tú helti frelsuvín!

2. Til krossin negldur í svárum pínslum
úttømdi sál Tína fyri meg;
tá mína synd Tú har
ígjøgnumstungin bar,
o, Frelsari so dýrt Tú keypti meg.

3. O, Jesus, Jesus, eg vil Tær prísa,
hálovað veri Títt dýra Navn!
Mín sál tilbiður Teg,
lovsangur fyllur meg;
halleluja, Guðs Lamb, Tú frelsti meg!

FavoriteLoadingGoym tekstin