Havi eg agn og línu og bát

Orð: Absalon Joensen
Lag: C.E.F. Weyse

1. Havi eg agn og línu og bát,
ikki eg rekist á landi;
línan ei tornar, – er altíð vát,
konan fær manga vón til grát,
børnini leika á sandi.
Fiskurin stimar um grynnu og grunn,
fiskarin miðar um røkur og runn, –
fer heim, setir bátin á lunn.

2. Summarið kemur við gróðri og sól,
tá tykist smáttan so skirvin –
burtur á heiðum eg reiði mær ból,
úti á báti við himli til skjól
mangan eg vakni so stirvin.
Fuglarnir tita um strendur og fjøll,
hugfegin eg dragsi veiði í høll,
so gongur ævi mín øll.

FavoriteLoadingGoym tekstin