Havið, havið

Orð: Harry Birtilíð

Havið, havið, glaðan og brótan,
tað er sjómanslagnan.
Vindur, stormur, ódnir og skútan,
tað vil hann altíð fagna.
Ferðast hann so um víðu verð,
leitar um høv og um lond.
Altíð hugur hans leitar her,
heim til sín’ føðilands strond.

Sjómanslívið, tað er baldrut, mangan strævið,
ikki altíð løtur ljósar hevur hann.
Men tá heim hann kemur heilsan, tá er brævið
eins og var tað allarbesta, sum hann fann.

Vindur blæsur, stormarnir ýla,
tað er sjómanslívið.
Høgt tað brýtur, ei kann hann hvíla,
snimma tað er ella síðla.
Altíð hann vera má varur við,
sjógvurin taka hann kann.
Heima har situr hans kæra í frið,
hana, tað besta hann fann.

FavoriteLoadingGoym tekstin