Havið sang um Føroyar

Hans Andrias Djurhuus
Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Knút Olsen

1. Havið sang um Føroyar
í túsund, túsund ár –
brúðarsong og líksálm, sang um gleðibros og tár.
Ljóðið barst um skorarnar og fleyg um tindar hátt.
Havið sang um Føroyar ta longu heystarnátt.

2. Havið sang um Føroyar –
í hjómi bergið vóð;
oman fyri tindarnar bjørt stjørnulindin stóð.
Síðar komu aldurnar og hvirlaðust í ský.
Havið sang um Føroyar ta beisku vetrartíð.

3. Havið sang um Føroyar; og havsins feigdarlag
hoyrdist inn í bygdirnar ein gráan ódnardag;
kámoygd gjørdust fljóini, tó tolin sótu tey;
– bátur burtur – maður farin – lívsins eydna deyð -.

4. Havið sang um Føroyar;
og havsins ljóðtað var,
sum í sálmasongi vára sál at himni bar.
Halgikvøld í kirkjuni vit sungu Gudi tøkk. –
Sungu við, tá báturin í brotasjógvi søkk.

5. Klokkuljóð og brimdun
bóru saman hvørja stund;
vóru okkum kærari enn fleyr við Oyrasund.
Harrin gekk á aldunum, tá náttin fjaldi vág.
Havið sang um Føroyar, væl vit skiltu songin tá.

6. Havið sang um Føroyar,
um róðrarbát og skeið,
sang um beisku norðurferð og blíðu suðurleið,
fylgdu vit við másanum, sum flýgur millum lond,
fataðu tó havið best á hesi bardu strond.

7. Havið sang um Føroyar sítt egna mjúka lag, –
bivandi og higstrandi – og kvirr vit hoyrdu tað,
sótu still á sandinum og vistu neyvan av,
at vit bóru ástartrá til Føroya fría hav.

8. Havið sang um Føroyar, og havið syngur enn,
brýtur inn um skerstokk
millum vásaklæddar menn.
Fýkur fon um tindarnar og hvirlast hvítt um drang,
syngur hav um Føroyar, sum havið altíð sang.

9. Syng nú, hav um Føroyar,
syng fagran song í kvøld,
syng um stríð og váðaferð, og tak so tíni gjøld.
Fostraðir av brotinum og berginum í senn
líta vit í ódnina, vit havsins royndu menn.

10. Hoyrt vit hava havsins dun frá fyrstu vøggustund;
og til tess vit berast út í deyðans langa blund,
lýða vit á íðubrot og sjóvarfalsins drátt;
eiga vit í barminum tí havsins megnarmátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin