Havið

Orð: Tróndur Olsen
Lag: Peter Alberg

1. So bylgjandi blítt,
so freistandi frítt,
so dragandi, droymandi, endaleyst vítt,
við lokkandi, leikandi, dandandi vág,
við brakandi brotum so hóttandi há,
tú dró meg sum barn, tá eg undrandi lá
og leit á tann skiftandi streymin, eg sá.
Tú dregur meg nú ei minni.
So ofta eg stúrin stóð
við tungum, langtandi sinni
og stardi út yvir sjó.

2. Við hond undir kinn
og sælu í sinn’
á bakkanum grøna, har víkin skar inn,
har lá eg sum barn, tá ið kyrt var við strond,
og mánin hann reis yvir fjallið í nánd.
Tá bylgja kom dragandi aðra við hond,
sum høvdu tær millum sín ósjónlig bond.
Tá kundi ei orð eg mæla,
eg lá bert og lýddi á.
Eg hoyrdi tær teskandi tala
og siga mær søgum frá.

3. Tá ræðandi ljóð
um skerini stóð,
og dundrandi brotið um klettarnar sló,
tá oyggin hon skalv rætt sum rótrotin eik,
mær tókti, sum alt her á jørðini sveik, –
tá mátti eg út til at skoða tann leik,
tó ræðsla var á mær, og kinnin var bleik.
Ja, havið at sær dró meg
við ræðslu og við gleim’,
um rokið kaldligt sló meg
eg fór tó ikki heim.

4. Tú føroyingur tá,
sum leiddist við vrá
og út fór hitt glitrandi gullið at fá,
tað var tær væl ofta, sum hoyrdi tú ljóð,
ið lokkandi aftur til Føroya teg dró.
Hvarfrá kom tann røddin? Frá fríborna fljóð?
Frá angandi blómum? Frá skínandi snó?
Nei, tað, sum títt og tíða
teg dró til okkum her,
tað var hitt havið fría,
sum kyssir Føroya sker.

FavoriteLoadingGoym tekstin