Havnar býur altíð hjarta mítt tá átti

Orð: Oskar Hermansson

Havnar býur altíð hjarta mítt tá átti,
frá tí fyrstu ferð eg havi vitjað teg.
Eg ein song til heiðurs tær nú syngja mátti,
tí tín vakurleiki altíð hugtók meg.
Vaglið við teim gomlu risavaksnu trøum
og tann grøni vøllur fram við Havnar á,
Tinganes við sínum søguligu støðum,
her hvar fedrar várir settu ting sítt á.

Havnar býur her hvar blómur til tín smíla,
ja, við gleði eg teg vitja man hvørt ár.
Landsins ungdóm vilt tú altíð at tær draga,
kæri Havnar býur, høvuðsstaður vár!

Og á Ólavsøku sum tú tá ert fagur,
tá ið springvatnið í loft seg hevjar hátt,
og hvør dropi ælabogans litir hevur,
ljós í grønum leyvi lýsir reytt og blátt,
meðan stutta nátt seg yvir býin heingir,
berst mær angi ein av hoyggj og fríska urt.
Eftir gøtum sveima genturnar og dreingir,
sum nú leitað sær úr mannamúgvum burt.

Og eitt summarkvøld, tá skýggj í vestri glógva
í plantaguni so vakra sjón eg sá,
blítt eitt svanapar í stillu tjørn sær spegla
og øll sílini har spældu sær í á.
Út um býin hoyrdist tónleikur at ljóma,
kátur heiðafuglur sang sítt væna lag,
og í firðinum eg kundi bátar hóma,
inntil mjørkin kom og fjaldi havnar stað.

FavoriteLoadingGoym tekstin