Havnargentan kvøður

Orð: John Davidsen
Lag: Vísulag (Guttorms vísa)

1. Nú gerast kvøldini myrk og long,
og lítið eg dugi at spinna,
og heima har verður stovan ov trong,
hvar skal eg mær stuttleika finna?
Frægast man vera at fara í dans,
heimalambið er har – eg gevi tí ans,
og í Klubbanum hittist mangt par,
har man finnast einhvør stakur fyri mær.

2. So klæði eg meg í mín stutta stakk,
sum neyvan til kníggja man røkka,
og silkisokkar og skógvar av lakk,
ið brádliga sundur munnu støkka;
skjótt er at greiða mítt dreingjahár,
so klíni eg smyrsl uppá kyssusár.
So er “daman í galla og fjong,”
nú bert tørvar mær ein “heimalambs-drong.”

3. Mót Klubbanum seti eg mína kós,
har jass-banda streingirnir grenja.
Gud gævi, eg fann mær ein fittan matrós,
sum meg í tí dansi kann venja!
Eg stígi treystlig um Klubbans gátt,
eg veit, at eg fái eina stuttliga nátt;
nú eg síggi ein vakran korporál,
hann skal verða í kvøld mítt høvuðsmál!

4. Við blíðum eygum og bros á kinn
eg tíðum á hann man heita;
og vakrari drongi í hold og skinn
tú leingi eftir skalt leita.
Hann hyggur og brosar yvir móti mær,
hann kennir, at eg havi hug á sær,
og nú stígur hann fram, ger eitt bukk:
“Må jeg be’ om en dans, Frøken Smuk!”

5. Til jazzbandagrenjan vit fara á flog,
og fram eftir gólvinum reika,
og eyguni hittast og bera boð,
meðan hjartað í ørsku man leika.
Hann lýðir mær í oyrað: “Vi ta’r os en tur,
her bliver så trangt som i et fangebur.”
Og úr Klubbanum hvørva vit brátt,
fyrst nú byrjar hin stuttliga nátt.

6. So vinarlig hond í hond,
vit undan fólkinum renna.
Steðga forpøst har yviri við Strongd,
har eingin okkum man kenna.
Mánin hann skínur yvir Nólsoyarfjørð.
Hann skínur og glampar so vit verða ør.
Og teir knappar teir skína sum gull,
eg av elskhugi verði so full.

7. Eg kvøði ei meira um hesa nátt,
eg livdi jú fleiri slíkar.
Eg drongurin fittur, og veðrið er gott,
so alt eftir vild seg líkar.
Hugurin er góður, av besta slag,
um teir koma aftur ella fara avstað,
og tá vit ikki longur fáa drong,
ja so fara vit allar undir kong.

FavoriteLoadingGoym tekstin