Havnarmenn

Orð og lag: Simme Arge Jacobsen

So gongur tíðin, og árini líða,
ættarlið eldast, og tey ungu vaksa til,
børn verða vaksin, og drongur gerst maður,
mamma gerst omma – aldri tíðin steðga vil.

Men bíða nú – ei stúra tú –
men bíða nú, ei stúra tú, men lurta nú!

Ja, tú og eg, vit kunnu enn,
vit eru rættir havnarmenn,
vit byggja upp, vit keypa slupp,
vit gera skúlar – alt í senn.
Vit byggja veg, vit selja fisk,
vit standa aftan fyri disk.
Og hóast kor tey eru smá,
vit altíð fóta okkum tá ið stendur á,
tí, minst til, vit búgva omanvert við Havnará!

FavoriteLoadingGoym tekstin