Havnin liggur so vøkur og prúð

Orð: Heri Nolsøe
Lag. Jógvan Olsen
Viðmerking: Yrktur 22. august 1991.

Havnin liggur so vøkur og prúð,
hevur latið seg í summarskrúð.
Havnin breiðir seg út framvið Nólsoyarfjørð,
heilt av Argjum til Vatnaskørð.
Bøur skrýddur við sóljum so langt eygað ber,
fagri heimbýur mín her í verð.

Á Vaglinum Effersøe,
fram við Bókhandlinum prýðilig trøð,
um Kirkjubøreyn hevur támið seg lagt,
Skansin heldur um náttina vakt,
Kongaminni stendur so spískt og steyrrætt,
mjørkin hevur nú Høgoynna klætt.

Urtagarðarnir blóma frítt,
lotið blæsir um Húsareyn blítt,
og á Reyni har angar av fornari tíð,
fedrasøgu, arbeiði og stríð.
Tinganes skilir eystur og vestaru vág,
luftin skyggir um havsbrúnna blá.

Skipasmiðjan stendur treyst,
og í Álakeri útróðrarneyst,
við ljóðum frá arbeiði og bilum á rað,
Havnin spælir sítt gerandislag,
hetta er eitt óendaligt tónleikaverk,
havnarmyndin er marglitt og sterk.

Heyststormarnir ýla um fjøll,
regn og vindur duna í høll,
útsynningurin herjar yvir Glyvursnes,
brimið brýtur um Hoyvíksfles.
Hvassur vindur fer gjøgnum Havnardal,
og í hvirlunum grovastu æl.

Kavin hevur Havnina fjalt,
og í býnum er bítandi kalt,
spegilsblonk og fryst liggur Hoyvíkstjørn,
á skoytum nógv skreiðandi børn,
á himlinum lýsa stjørnurnar bjart,
alfagurt so langt, ið tú sært.

Tá ið várið sleppur framat,
vetur dvínir, má halda uppat,
fuglar syngja eitt vakurt og ynidsligt lag,
smálomb spæla og renna avstað,
spretta blómurnar allar og grønkast hvørt blað,
Havnin vaknar til nýggjan dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin