Havnin

Orð og lag: Heri Nolsøe
Viðmerking: Yrktur í samband við sangskrivarakapping hjá Tórshavnar Býráð í 1991.

Havnin so vøkur í sólskini errin lá,
við blómandi teigum so langt, sum eygað sá.
Við fuglum, ið sungu eitt yndisligt vakurt lag,
Tórshavn mín dreymur mítt lívsins træ.

Tá sólin fer niður og søkkur í kav,
og Tórshavn so kvirrur í náttini svav,
roðin so reyður á himmalin fer,
tað suðar frá sjónum um tangar og sker.

Tórshavn mín heimbýur er vakrastur á jørð,
Tórshavn eg eigi teg
og tú skalt eiga meg.

Í sirmi og mjørka eg standi og hyggi at tær,
tá teskandi Havnará hesi boð til mín bar,
“Mær leingist at lata meg upp fyri tær,
fyrr streymur var stríður, so fræls eg tá var.”

Býrurin vaknar og bussarnir koyra,
tíðindi og tónleikur eru at hoyra,
“Góðan morgun Føroyar” úr Útvarpi floymir,
tú leggur teg aftur á liðina og droymir.

Tórshavn mín heimbýur er vakrastur á jørð,
Tórshavn eg eigi teg
og tú skalt eiga meg.

Á Ólavsøku Merkið veittrar hátt,
á Áarvegnum bleiktrar tað hvítt, reytt, blátt,
fólk streyma inn og eru í góðum lag,
til okkara kæra høvuðsstað.

Havnin er gomul, hon fjálgar mín hjartastrong,
tí heilsi eg tær og syngi tær henda song.
Í hesi verð tú yndisperlan er,
tú ert mítt alt, mín dreymaverð.

:: Tórshavn mín heimbýur er vakrastur á jørð,
Tórshavn eg eigi teg og tú skalt eiga meg.::

FavoriteLoadingGoym tekstin