Havrin

Christian Matras
Orð: Jeppe Aakjær
Lag: Aksel Agerby
Týtt úr donskum: Christian Matras

1. Eri havrin. Havi bjøllur á,
tjúgu ella meir á hvørjum strá.
Bóndin metir meg sum akur ber.
Signi Gud hvørt bein, í honum er!

2. Eg varð sáddur, meðan lerkur læt
glaðan dag, til myrkur setti at;
surruflugumurr var mær við lið
einsligt grælingslát tá hoyrdist við.

3. Vípan fleyg og risti halgan kross
yvir veltu, plógv og mann og ross.
Bóndin umframt risti kross á meg
til at vissa heilsu mær á veg.

4. Sum í døgg eg gróði fót um fót,
tók at vaksa songur upp við rót;
hann, sum eyðmjúkt leggur oyrað nær,
hoyrir lerkasongin ljóða har.

5. Kaldir skallar fáa ei fatur á,
at eg eri lerkaljóð á strá,
lívsins ljóðfall skírt í summarflog,
meir enn muumatur, grønt í trog.

6. Sunnan, ástarvinur, vitjar meg,
altíð snøklast hann á mínum veg,
smýgur sær við teskan til mín inn,
nú við høgru, nú við vinstru kinn.

7. Tá hann andar á mín gula knokk,
upp og niður liði eg hvønn lokk,
til tess allar bjøllur ganga tá,
sum tá gyltir hamrar saman slá.

8. Juniregnið mýkti mína mold,
junisólin gav mær gull á hold,
mær í æðrum rennur heilsan góð.
Tí fekk folin magn og miklan móð.

9. Eg bant ást við døgg og gróðrardag,
ást við landsins ljósa bókartræ,
ást við hvønn ein akur, sum her grør,
eystan hav og vestan sund og fjørð.

10. Fái sólar síðsta langa brá,
til hon gongur burt um gula lág,
og tá kvøldsins klokkur ringja frið,
standi eg á tá og ringli við.

11. Eg skal ringla barnið heim í song,
ringla toku upp úr fen og ong,
ringla friðin undir hvørja møn,
ringla fram í frómum hugum bøn.

12. Havrin eri eg. Mítt bjølluljóð
ár um ár um bø og beiti stóð,
ringlar um, at upp við bundum grør
dýrur songur úr tí donsku jørð.

FavoriteLoadingGoym tekstin