Havsins ríki

Finnur Koba
Orð og lag: Finnur Koba

Randi tig, Randi tig
Gev mær frið
Tað kemur tær ikki við
Mítt land hevur svikið meg
Og fólkið gjørt mær fortreð
Eg eri dottin útí

Í Havsins Ríki
Har eg svimji í kíki
Út har, ið bylgjurnar venda

Lat fiskin koma til mín
Eg geri hann til vín
So drekki eg meg mettan
Og yrki eitt lag til tín

Hey Neptun
Kom við fleiri reseptum
So eg kann styrkja meg
Til at yrkja Randi eitt lag í dag

Í Havsins Ríki
Har eg svimji í kíki
Í takt við einum valsi
Iltin í sjónum
Fylt við inspiratiónum
Eg nam við heimsins enda

Í Havsins Ríki
Har eg svam í kíki
Úti har, ið bylgjurnar venda
Fullur av fiski
Eg svimji og dyrki
Meg sjálvan og mína Randi

FavoriteLoadingGoym tekstin