Heiðurin tú allan eigur

Orð: Baylus Benjamin McKinney (1. og 3. ør.) og Árni Jacobsen (2. ør.)
Lag: Baylus Benjamin McKinney
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Glorious is Thy name (Blessed Savior, we adore Thee)

1. Heiðurin tú allan eigur!
Lov og prís vit bera her
fyri verkið, sum tú gjørdi.
Dýrdarharri navn títt er!

Niðurlag: Dýrdarharri navn títt er,
:,: dýrdarharri navn títt er! :,:

2. Tú við blóðinum meg keypti,
ævigt frían tað meg ger.
Tann, ið trýr á teg, skal sanna:
Dýrdarharri navn títt er!

3. Tá ein dag títt fólk tú kallar,
skari tín um portrið fer,
tóna skal um himmalhallir:
Dýrdarharri navn títt er!

FavoriteLoadingGoym tekstin