Heil og sæl tú Føroya skúta

Rasmus Christoffer Effersøe
Orð: Rasmus Effersøe
Lag: Knút Olsen

1. Heil og sæl tú Føroya skúta!
Fyri báru ikki lúta.
Leggið allar árar út.
Hav á lofti hvønn frían klút.

2. Hvør, ið sjálvbjargin vil vera,
má nú egnar byrðar bera.
Køvir av um framburðsleið.
Síggið til, tit villast ei!

3. Tit, sum verða við at stýra,
hugsið væl um farmin dýra,
brótið ikki stýrisvøl,
so at fólkið kemst á kjøl.

4. Minnist allir garpar kátir:
enn vit eru eftirbátur.
Reisið væl upp egið búgv.
Haldið fram í vón og trúgv.

5. Royn úr dølskni brátt at rembast,
lat nú allar tægrir strembast,
meiri verk og færri orð:
legg so knørr við knarrarborð.

FavoriteLoadingGoym tekstin