Heilaga nátt, so kvirrar stjørnur glampa

Orð: Placide Clappeau
Lag: Adolphe Adam
Týtt: Arnfinnur Setberg
Upprunaheiti: O Holy Night

1. Heilaga nátt, so kvirrar stjørnur glampa,
áh, sæla nátt, eingil boð okkum ber:
„Gleðist, tí tykkum Frelsari er føddur,
í staði Dávids Guds salvaði er.“
Ein dýrdarvón til longsilsfullu hjørtu,
tí fyri degi nú at lýsa fer.

Niðurlag: Fell tí á knæ, áh, hoyr nú einglarøddir,
áh, sæla nátt, hin nátt, tá Kristus kom,
áh, sæla nátt, hin nátt, áh, sæla nátt.

2. Hans leiðarstjørna nú so fagurt skínur,
hjá honum lívgað nú verður vár ond,
sum stjørnan lýsti vísmonnum í forðum,
hann leiðir okkum at Himmalsins strond,
tí Kongur konga, hann, sum lá í krubbu,
teg frelsa kann, tær rættir vinarhond.

3. Hann lærir meg her næsta mín at elska,
hans merki yvir mær kærleiki er,
boð hans ber frið og loysir trælabandið,
hans navn nú frían hin kúgaða ger,
lat yndisligan takkarsong tí ljóða,
og prís og heiður honum fram nú ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin