Heilaga nátt

Orð: Placide Clappeau, 1847.
Lag: Adolphe Adam
Týtt: Heine Lützen
Viðmerking: Upprunaliga yrktur í 1847.

Heilaga nátt, nú lýsir yvir foldum,
á hesi nátt føddur frelsarin er.
Leingi lá sálin tærd í syndabondum,
men Hann er komin sum frið okkum ber.
Nú falni heimur kann í vón seg frøða,
tí hann úr niðu sær ein nýggjan dag.

Fallið á knæ, og hoyri einglarøddir
á, heilaga nátt,
tann nátt tá Kristus føddur varð.
Á, heilaga nátt, á nátt,
himmalska nátt.

Leiddur eg verða kann av trúarljósi
til tína vøggu, at kenna tín frið,
eins og av bjørtu stjørnuni, til fjósið,
har koma vísmen úr fjarari leið.
Tú Kongur Konga liggur har í krubbu,
í royndum ert vinur okkara.

Fallið á knæ, og hoyri einglarøddir
Á heilaga nátt,
tann nátt tá Kristus føddur varð
Á, heilaga nátt, á nátt,
Himmalska nátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin