Heilaga stund einglar syngja

1. Heilaga stund einglar syngja,
himin í stjørnuskrúð.
Vit hoyra klokkurnar ringja
jól eru komin nú.
Vit hoyra einglasong nú her,
frelsu og frið til oss ber.
Okkum var bjarging send so brátt,
ein stjørna lýsti á nátt.

2. Nýborni sonurin svevur,
trygt hesa jólanátt.
Stjørnan sítt ljós til oss gevur,
vit hann tí finna brátt.
Vit hoyra einglasong nú her,
frelsu og frið til oss ber.
Okkum var bjarging send so brátt,
ein stjørna lýsti á nátt.

3. Her hvílir drotturin vísi,
sum barn á krubbustrá.
Gleðin av okkum tá lýsir,
tí vit hann kunnu sjá-
Friðin vit hava funnið her,
vit mangan droymdu ein dag –
Tí barnið himnadrottur er,
øll hjørtu syngja so glað.

FavoriteLoadingGoym tekstin