Heilaga stund, tú á fold vára

Orð: Hans Andrias Djurhuus

1. Heilaga stund, tú á fold vára
dalað ert niður,
nú kemur gleðin hin stóra,
hvør klaga hon tigur,
føddur er hann,
maðurin mikli, ið vann
størsta og fullbesta sigur.

2. Tú satst á himlinum høga
við skaparans síðu,
komst so til foldar og hjálpti
tá okkum úr stríði,
tú vára neyð
sást og leiðst harðasta deyð’,
tøkk hav tú, drottur hin blíði.

3. Prísaður veri tú, drottur,
ið verðini stýrir,
tøkk fyri sigur, tú vanst okkum,
glitrandi dýrur;
dýrd veri tær,
veraldar syndir tú bar,
okkum til børn tíni skírir.

4. Heimsins fólk, gleð teg og syng
tínum drotti at prísa,
hann móti ljósi tær beinasta
vegin vil vísa,
leiðir tín fót,
gevur tær megi og mót,
myrkasta skot upp kann lýsa.

FavoriteLoadingGoym tekstin