Heilagur er Harrin

Orð: Johann Philipp Neumann
Lag: Franz P. Schubert
Týtt: Zacharias Zachariassen

1. Heilagur er Harrin,
Faðir, Sonur, Ond,
syndin honum aldri
koma kann í nánd.
Harrin heimin skapti,
Harrin øllum ber,
Harrin ævigt valdar,
heilagur hann er!

2. Harrin Gud er Andin,
Kristus er hans mynd,
heilagur er Harrin,
fyrigevur synd!
Rættvísir hans dómar,
heiløg er hans lóg,
rættvís er hans frelsa.
Heilagt er hans blóð!

3. Heilagt, heilagt, heilagt,
heilagt navn hans er,
heilagt, heilagt, heilagt,
heilagt, alt hann ger.
Undurverk hans bera
heilagleikans spor,
heilagur er Harrin,
heilagt er hans orð!

FavoriteLoadingGoym tekstin