Heilsa til Føroyar

Orð: Hjalmar Hammershaimb
Lag: Vísulag (Í Gøtu ein dag)

1. Nú Føroyar farvæl!
frá tykkum eg nú eina tíð skiljast skal;
tit eru mær so kærar, ja, yvir alt mál,
tí eg elski tykkum av hjarta og sál,
og tí slær nú hjartað alvorligt og tungt,
:,: tó at tað er ungt. :,:

2. Eg minnist so væl,
hvussu sólin um summarið skein gjøgnum dal,
og fjøllini um kvøldið stóðu logandi reyð,
meðan keldan millum bøkkarnar spakuliga smeyg,
og upp gjøgnum ljóaran roykur fór út
:,: sum kvøldbøn til Gud. :,:

3. Og havið silvurblátt
við strondini til kodda tað hvíldi so gott,
og fjøllini alvorlig og still stóðu vakt
fyri øllum, sum til hvílu seg nú høvdu lagt,
og himmalin tann reini ein góðan dreym gav
:,: til hvønn tann, sum svav. :,:

4. Eg hoyrdi einki ljóð,
uttan fuglin, sum glaður við reiður sítt stóð,
og bátarnar, sum komu av havinum inn
og takksálmar sungu við vælmeintum sinn’,
og svarið, sum klettarnir til teir sendu fram,
:,: í vatn eygað rann. :,:

5. Men um vetrartíð
tá føroyingar síggja í natúrini stríð;
tá stormurin ýlandi fer gjøgnum skørð,
og bylgjurnar brúsa móti skelvandi jørð,
og fjøllini tey standa so dunandi ill,
:,: so myrk og so vill. :,:

6. Men Føroya menn
tó berjast við havið og stormin í senn,
og hetta teir styrkir og gevur teimum mót,
og harðførir teir verða sum blágrýtisgrót,
og trúfast í bróstinum hjarta teirra slær
:,: og elskar Føroyar. :,:

7. Tí ynski eg tað,
at Gud mær má unna at liva tann dag,
eg aftur til føroyingar kann sigla inn
og fyri teir virka við vælmeintum sinn’;
kundi eg so eitt sindur gjørt gott fyri teir,
:,: eg ynski ei meir. :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin