Heilsa til Noreg

Mikkjal á RyggiLudvig Mathias Lindeman
Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Ludvig Mathias Lindeman

1. Tað er frílynt, tað fólkið í Noreg’,
hon er mergjað, hin mentaða tjóð,
hon er trúføst í verki og orði;
hon er treystlig at bróta sær slóð.

2. Teirra lív har í líðunum føgrum,
teirra ferðir um fjøll og um sjó,
gevur megi og merg, og í æðrum
rennur hugprúða høvdinga blóð.

3. Aldri vildu teir høvdingar lúta;
gjørdust kongsboð har heima ov hørð,
tóku vápn teir, og víkingaskúta
fór við sigur um fremmandan fjørð.

4. Ja, í stríði var norðmaður treystur,
og í frið helt hann ítrótt og spæl;
um enn Ólavur kongur var bestur,
royndist Sigmundur eisini væl.

5. Komu kappar á tingstøðum saman,
mæltu reystmenni djarvastu orð;
drukku mjøð teir í høllum við gaman,
kvóðu skaldini drápur við borð.

6. Royndu argir har ósið at fremja,
lá um londini blóðuga slóð,
ein var mentur tann ósið at temja,
bera bjarging til fríborna tjóð.

7. Var tann kongurin kallaður Sverri,
væl í Føroyum hann vandist til mans;
sjálvt hitt rómverska liðið so errið
mátti lúta for reystleika hans.

8. Spruttu kvistar av ramasta runni,
Hákun Sverrasonar ráð vóru vís;
Hákun Hákunssonar navn hevur vunnið
vítt um verðina heiður og prís.

9. Leingi lýsti tá sólin hin bjarta,
tó at endanum søkk hon í kav;
skriðu drekar í kolmyrkri svarta,
drukku blóð, meðan norðmaður svav.

10. Undir eiminum lív mundi ana,
einhvør neisti í náttini sást;
tí fekk Sinclair hin skotski sín bana,
mætir goymdi væl móðurlandsást.

11. Tá tann ástin tók undir seg megi,
fóru fannir at tiðna um fjøll,
fóru fuglar at fegnast mót degi,
og tá fánaðu drekar og trøll.

12. Nú er lystugt at Noreg’ at skoða,
nú ið grødd eru svíðandi sár,
og tann sól, ið gekk niur við roða,
aftur lýsir so bjørt og so klár.

13. Fríð á fjøllum og fløtum hon logar,
setir glæmuna gylta á hav,
og um heimin so víða hon boðar:
her er dagur, og dimmið er av!

14. Biðið vildi eg Tingakross borið
blíða heilsu har eystur um sjó,
blíða heilsu til skyldfólk í Noreg
frá tí fjarskotnu føroysku tjóð.

FavoriteLoadingGoym tekstin