Heilsan til Havnar Bridgefelag

Lag: Grani bar gullið av heiði / Glimur dansur
Viðmerking: Til stovnarar felagsins á 60 ára degnum

Í Klubba sótu mætir menn –
høvdu sær at gamni
kortini í hásæti –
bridge æt spælið av navni.

– Grani bar gullið…

Har vóru eisini aðrir menn –
teir bert forstýraðu spælið
tí vóru onnur ráð at taka –
hetta var alt ov galið.

Hin trettanda november –
í árinum tríatisjey
á aðalfundi mikla –
teir sluppu úr hesari neyð.

Har bankastjóri Petersen –
hann gjørdi so mangt eitt hál
honum við lið var Christensen –
hann førdi sakarmál.

Bókhaldarar vóru teir báðir tveir –
hr. Dahl og so hr. Hansen
væl bøkur førdu og rokniskap –
so har var ongin vansi.

Hr. Lauritsen var keypmaður –
hann mangar vørur seldi
Skaale var konditari –
hann góðar køkurnar telgdi.

Og Sam hann átti synir tveir –
so væl teir dugdu at spæla
Adler itu og Hanneba –
tað er ikki um at tala.

Nú skipað væl bleiv kortspælið –
so trúgvir teir um tað stóðu
og Thorshavns Bridgeforening –
tað navn teir felagnum góvu.

Og konufólkið bannlýst var –
ja heilt upp í okkara dagar
tað var jú ikki ein og hvør –
ið kundi fara hagar.

Parnassið var so vælegnað –
tá summarið var í nánd
og Gyldenspjæt var harrarættur –
tað gekk so væl í hond.

Á íslandsferðum miklum –
teir ikki á knøum óku
keflavíkingum bastu væl –
teir steypini við sær tóku.

Í einsemi í áravís –
teir spældu væl fyri tað
men áhugin vaks og stovnað blivu –
feløg rað á rað.

So FM heiti í rúgvuvís –
til Havnar teir við sær førdu
tað sáttliga og siðiliga –
ei fyri skommum sær gjørdu.

Nú allir undir grønutorvu –
tann tíð teir reystir stóðu
og bridge varð sett í hásætið –
tann førning teir okkum góvu.

Nú allir undir grønu torvu –
vit æra teirra minni
og takka fyri avrik góð –
sum dvølja í okkara sinni.

– Grani bar gullið…

FavoriteLoadingGoym tekstin