Heim horvir hugur

Jóannes Patursson
Orð: Jóannes Patursson
Lag: Jógvan Waagstein

1. Her er eingin føroyingur at finna,
her er einki roysnisverk at inna,
her er einki heimligt lag til handa,
mær man leingjast aftur heim til landa.

2. Her er eingin vinur, sum til kennir,
hvat sum mær í insta brósti rennur,
eingin skilir huga mín og anda,
mær man leingjast aftur heim til landa.

3. Her er eingin sá á grundum settur,
sum veit, hvat ið er at leingjast eftir,
sum veit, hví til minnisríka stranda
mær man leingjast aftur heim til landa.

4. Her er einki grindaboð at hoyra,
fuglasjongur eingin frøir oyrað,
aldri sól á fjøllum tekur branda,
– mær man leingjast aftur heim til landa.

5. Her ei hoyrist gul av nøkrum vindi,
bleytt og deyvt er hvørt eitt mansins lyndi,
eingin bylgja gørpum til at granda –
mær man leingjast aftur heim til landa.

6. Her er hvør so følnaður og bleikur,
aldri manndómsbragd og ódnarleikur
drívur roðan kinnum á at standa –
– mær man leingjast aftur heim til landa

7. til teir garpar, ódnir hava herðað,
til teir menn, sum lit á kinnum bera,
til teir menn, í royndum tora standa
– mær man leingjast aftur heim til landa.

FavoriteLoadingGoym tekstin